Oddagrein: Latið hesa kreppuna fara fyri skeyti

- Fíggjarlógin verður tann heilt stóra avbjóðingin hjá hesari samgonguni. Tað var greiði boðskapurin hjá Bjarna Djurholm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni fyri Fólkaflokkin, tá hann saman við Jóannesi Eidesgaard, fyrrverandi løgmanni fyri Javnaðarflokkin, og Tórbirni Jacobsen, fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og fólkatingsmanni fyri Tjóðveldi, setti orð á fyrsta árið hjá sitandi samgongu og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.

Sveinur Tróndarson
3. september 2020 kl. 15:55

- Fíggjarlógin verður tann heilt stóra avbjóðingin hjá hesari samgonguni.

Tað var greiði boðskapurin hjá Bjarna Djurholm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni fyri Fólkaflokkin, tá hann saman við Jóannesi Eidesgaard, fyrrverandi løgmanni fyri Javnaðarflokkin, og Tórbirni Jacobsen, fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og fólkatingsmanni fyri Tjóðveldi, setti orð á fyrsta árið hjá sitandi samgongu og tær avbjóðingar, sum standa fyri framman.

Samgongan hevur ruddað størsta málið, fiskivinnulóggávuna, ella tann størsta partin av henni, av vegnum, men enn eru fleiri stórmál eftir, sum flugubein helst skal setast við áðrenn langt umlíður.

Men sambært Bjarna Djurholm er fíggjarlógin fyri næsta ár, og komandi árini, tað størsta málið, sum liggur fyri framman. Fyri at brúka hansara egnu orð, so verður fíggjarlógin sveinastykkið hjá samgonguni, og tað verður hon, sum skal vísa, at henda samgongan hevur rygg:

- Vit kunnu ikki halda fram við teimum útreiðslum, sum vit hava havt nú, við teimum inntøkumøguleikum, sum eru, og tí óvissu, sum er fyri stavn, segði hann í einum boðskapi, sum valla kann skiljast øðrvísi enn, at landsstýrið eftir hansara tykki skal taka tann stóra spariknívin fram.

Her skiljast okkara vegir.

Vit eru púra samd við Bjarna Djurholm í, at fíggjarlógirnar fyri tey næstu árini, og serliga tann fyri næsta ár, hava stóran týdning, men ivaleyst av heilt hvør sínari orsøk. Tí eftir okkara tykki eru júst broyttu umstøðurnar orsøkin til, at landsstýrið skal halda kósina, sum hevur verið hildin seinastu árini.

Tað var Winston Churchill, sum á sinni segði, at man ikki skuldi lata eina kreppu fara fyri skeyti, og vit hava ein skumlan illgruna um, at tað er tað, sum fyrrverandi vinnumálaráðharrin mælir til. At hann rør framundir, at landsstýrið skal skera nógv, so javnvág skjótt fæst á fíggjarlógini, UM tað nú skuldi komið hartil, at hetta árið endar við einum halli.

Tað, sum vit siga her, skal ikki skiljast, sum vit eru fortalarar fyri óforsvarligum búskapar- og fíggjarpolitikki. Tvørturímóti faktiskt, og júst tí ávara vit landsstýrið ímóti at brúka spariknívin, hóast tølini beint nú ikki síggja so hugalig út.
Landskassin er ikki eitt privat húsarhald, sum skal javnviga upp á eitt – ella tvey – ár. Hann skal júst vera tann kassin, sum skal halda gongd í samfelagnum, um búskapurin fær ein stoyt, sum hann møguliga, møguliga ikki, hevur fingið í ár.

Fer landsstýrið inn við tí stóra spariknívinum nú, er veruligur vandi fyri, at spádómurin hjá Bjarna Djurholm fer at ganga út, og tað má ikki henda. Løgmaður hevði tað á orði í Breddanum í KVG mikudagin, men fyri okkum ljóðaði tað eitt sindur ógreitt. Vónandi skilir hann boðskapin.

ST