Oddagrein: Góða ólavsøku!

So var hon her, ólavsøkan, sum ár eftir ár plagar at savna so øgiliga nógv fólk í høvuðsstaðnum

Sveinur Tróndarson
23. juli 2020 kl. 16:00

So var hon her, ólavsøkan, sum ár eftir ár plagar at savna so øgiliga nógv fólk í høvuðsstaðnum.

Tað er tá vit hittast í býnum, til setanina, til kappróður, fótbólt, til setanina av løgtinginum, kórsang, felagssang, fólkafund, møti, tá vit vála oman og niðan ella tá vit fara á gátt hjá hvørjum øðrum.

Jú, ólavsøkan er nakað serligt, tí hon er fyri okkum øll.

Á ein ella annan hátt bindur hon okkum øll saman. Ikki bara okkum, sum eru heima, men eisini tey, sum búgva uttanlands.

Nógv teirra leita sær vanliga heim til ólavsøkuna, meðan onnur, til dømis í Keypmannahavn, halda sína egnu ólavsøku, sum eisini savnar fitt av fólki, har.

Í so máta verður henda ólavsøkan ivaleyst eitt sindur øðrvísi.

Ólavsøkan 2020 verður hildin í skugganum av koronafarsóttini, og tí er nokk eingin sum ordiliga veit, hvussu henda ólavsøkan fer at útarta seg.

Tað einasta, vit vita, er, at vit skulu vísa varsemi, halda frástøðu og annars fylgja øllum tilmælunum frá myndugleikunum, men spurningurin er, hvussu fólk fara at reagera, tá ólavsøkan er har.

Hvussu tað fer at spæla av, vita vit av góðum grundum ikki fyrr enn aftaná.

Tað, sum vit tó vita, er, at tað er lítil smitta í landinum, og tá kunnu fólk hava lyndi til at fara eitt sindur ov lætt um tilmælini, og tað er ikki bara skilagott.

Hinvegin, okkurt av teimum stóru tiltøkunum, sum annars plaga at savna nógv fólk á – ella áðrenn – ólavsøku, eru avlýst ella broytt, júst tí myndugleikarnir mæla frá, at nógv fólk samlast á einum stað, tí tað økir um smittuvandan.

Av teirri orsøk ber longu við vissu til at siga, at ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn hon hevur verið undanfarin ár.

Spurningurin er so, um tað ger so nógv. Tí vit tola væl broytingar, eisini um tað eru nakrar, sum vera tvingaðar niður yvir okkum, sum hesar eru tað.

Tá alt tað er sagt, so kunnu vit tó fegnast um, at tað er nógv sum bendir á, at okkara lítla samfelag ikki er so hart rakt av koronuni, sum vit væntaðu frá byrjan.

Vit vóru heppin, tí vit skjótt fingu tamarhald á sjúkuni, og tølini siga, at tað mesta, sum varð lagt lamið, tá landið fór niður í ferð, so smátt er við at koma í gongd aftur.

Gamaní manglar okkurt enn, til dømis ferðavinnan, sum ikki er komin uppaftur at koyra, men vit vóna, at eisini gongd kemur á ta vinnuna aftur áðrenn langt umlíður.

Og so er hetta løgna tíðarskeiðið ikki farið so illa við okkara samfelag, sum vit fryktaðu fyri. Og so kunnu vit, um ikki annað, gleðast um tað.

Vit hesum fátæku orðum fara vit her á blaðnum, at ynskja tykkum eina góða ólavsøku.

ST