- Eg byrjaði sum sjálvstøðug vinnurekandi á heysti 2018, tá var ætlanin at arbeiða við ráðgeving og marknaðarføring innan ferðavinnu, men har var ikki marknaður fyri tí tá, greiðir Oda frá.
- Eftir fimm ár í Mykinesi frá 2019-2023, har eg bjóðaði gisting, nátturða og ferðaleiðslu á kvøldartúrum, avgjørdi eg at flyta til Havnar aftur.
- Nú arbeiði eg við marknaðarføring og ráðgeving, og geri túrar kring allar Føroyar, alt árið. Eg leggi meg eftir at gera túrar við fáum gestum – “away from the crowds” – t.v.s. ikki har, sum øll onnur fara. Eisini leggi eg dent á burðardygga og endurskapandi ferðavinnu, har vit taka atlit til náttúru, djóralív og íbúgvar, og leggja pening eftir okkum. T.d. keypi eg altíð staðbundan mat frá lokalum íbúgvum ella bóndum, har tað ber til.
- Mær dámar best at ganga í náttúruni við mínum gestum, so 8-pers. bussurin, sum eg júst havi keypt, verður mest brúktur um veturin, til at heinta gestir og til at koyra til tey støðini, har vit ganga túrar.
- Eftir fimm ár í Mykinesi havi eg ognað mær stóra vitan um fuglar – serliga lunda – og eisini tók eg landbúnaðarskeið í 2020, tó mangli eg enn at skriva uppgávuna. Eg brúki sera nógv av hesari vitanini, at fortelja mínum gestum um fuglar og seyð, og seyðahald í Føroyum – seyður er jú allastaðni.
Oda hevur valt fýra støð í Føroyum, sum hon heldur eru verd at vitja.
- Tey fýra støðini, sum eg haldi vera verd at vitja, eru Skúvoy, Mykines, Suðuroy og Vágar. Har eru sjálvandi sera nógv onnur, men nú skuldi eg velja fýra.
Skúvoy
Oyggin hevur ríkt fuglalív, og er hon Ramsaroyggj, tí har eru flest lomvigar í Føroyum. Men har er eisini nógvur lundi beint við bygdina, og eisini nógvur heiðafuglur. Gongutúrurin í Fagradali er sera vakur, og har finna vit eisini Rannvutoftir og Tróndarstein. Nógv føroyingasøga er knýtt til oynna, og Sigmundargrøv er eisini har.
Mykines
Mykines er eisini Ramsaroyggj, tí størsta lundalandið í Føroyum er í Lamba. Náttúran er sera vøkur, og eisini er okkara kendasti listamálari, S.J. Mikines, úr oynni. Jarðfrøðin er serstøk, og eisini eru leivdir frá øðrum veraldarbardaga. Søgnin um súluna, sum bara reiðrast í Mykineshólmi, dámar gestum væl at hoyra, og túrarnir niðan á Knúk, og til Tvillingsgjógv, eru eisini ótrúliga vakrir.
Suðuroy
Suðuroyggin er helst tann oyggin, ið er mest óspilt og órørd, og er styrkin har, at man sær tey flottastu bjørgini frá vegjaðaranum. Siglitúrurin suður er eisini sera vakur. Eg plagi at byrja túrin við at ganga ein túr í Hvannhaga, og so eta vit miðmála í Glasstovuni á Tvøroyri, tá vit koma aftur. Seinnapartin koyra vit til Vágseiðið, Eggjarnar, gamla vegin til Sumbiar við útsýni til Beinisvørð, og so til Akraberg, sum eg haldi vera ein tann vakrasta vitan í Føroyum. Vit plaga at eta nátturða umborð á Smyrli á veg aftur til Havnar. Annars viðmæli eg gestum at gista í Suðuroynni, tí har er so sera nógv at uppliva. Har eru vøtn, sandstrond og sandheyggjar, Eiði og Sigmundargjógv. Túrurin at síggja Rituskor og Ásmundarstakk. Í Sandvík er ein vøkur sandstrond, og Hvalba er ein av vakrastu bygdunum í Føroyum.
Vágar
Eg brúkti flest allar summarferiur í Vágum, tá eg var barn – hevði ommu og abba í Miðvági – og tí havi eg ein serligan alsk til Vágoynna. Mær dámar væl at ganga ein túr framvið Fjallavatni og út á Munnan, burtur frá øllum ferðafólkunum, sum fara til Gásadals og Trælanípu. Túrurin til hesi støðini er tó sera góður uttanfyri sesong, og eisini viðmæli eg gestunum hjá mær at fara siglitúrin til Drangarnar og Múlafoss. Tá man koyrir har vesturi eru vøkur útsýni, sum perlur á einum snóri – Leitisvatn og Trælanípa, Bøur, Tindhólmur, Drangarnir, Gásadalur, Múlafossur og Mykines. Plagi at enda dagin har vesturi, tá eg koyri við gestum, so teir síggja vakurt vesturskyn og sólsetur.