Oasubrøður útgávukonsertir um vikuskiftið

Í gjárskvøldi høvdu Oasubrøður útgávukonsert í Oasuni í Hoyvík í sambandi við, at teir hava givið sína fyrstu fløgu út...

Innsent
24. februar 2018 kl. 13:53

Í gjárskvøldi høvdu Oasubrøður útgávukonsert í Oasuni í Hoyvík í sambandi við, at teir hava givið sína fyrstu fløgu út. Konsertin var partur av konsertferðini, sum er hetta vikuskiftið í Oasuni í Hoyvík, Marghøllini í Sørvági og Kelduni í Skálafirði. 

Oasubrøður eru Tórbjørn Láadal, Harald M. Haraldsen, Sofus Joensen og Steindor Hjaltalin.

Tónleikarar á útgávukonsertunum eru Thomas B. Thomsen, Beddi Hansen, Johann Danielsen, Torben Koch, Jákup Gunnarstein og Eyðun Jacobsen.

Konsertirnar eru ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.