Ó – søgur um djevulskap eftir Carl Johan Jensen verður gjørdur til leik

- Hetta verður eitt slag av blóðdrippandi spøkilsissøgu ella ein marra, sum granskar teir mest døkki partarnir av mannasinninum. Ímynda tær, at Drakula møtir Frankenstein og Heidi og fjallaabbin, greiðir Gunnvá Zachariassen, sjónleikari og ein av stigtakarunum til leikin, frá

Katrin Joensen-Næs
12. apríl 2021 kl. 07:50

- Tað er eitt ovurmannaverk at royna at dramatisera eina so drúgva og rúgvusmikla skaldsøgu, tað vita vit væl, greiðir Gunnvá Zachariassen, sjónleikari og ein av stigtakarunum, frá.

Í skaldsøguni eru nógvir persónar, og skrivi háttirnir eru fleiri.

- Nógv hava roynt at lesa skaldsøguna, men steðga aftaná nakrar síðir, tí hon er so krevjandi. Men eg vil mæla til at halda áfram, tí hon er fantastisk, tá man hevur góðtikið, at málið er krevjandi. Eg kann samanbera hana við tekstir hjá Shakespear, greiðir Gunnvá frá.

Seks leikarar eru settir til at spæla leikin, og teir ætla sær ikki at býta 200 leiklutir millum sín, sum upprunaliga søgan hevði kravt, men fylgja heldir seks leiklutum og ætla at seta sjóneykuna á stríðið millum Mattias Danielsen og Banadikt Konradsen, ið eru fíggindar.  

Tað er tí ikki ein treyt at hava lisið bókina, fyri at kunna njóta leikin. Tvazz ynskir fyrst og fremst at undirhalda áskoðaran, og vil fegin tala til tey, sum ikki annars høvdu tikið bókina av hillini.

Leikurin fer at virka sum ein ræðuleikur, og tí hava leikararnir fingið sum heimarbeiðið at hyggja eftir Drakula, og hetta bendir aftur á sjangruna.  

- Hetta verður eitt slag av blóðdrippandi spøkilsissøgu ella ein marra, sum granskar teir mest døkki partarnir av mannasinninum. Ímynda tær, at Drakula møtir Frankenstein og Heidi og fjallaabbin, greiðir Gunnvá frá.

Stigtakarin var viðurkendi leikstjórin Eigill Pálsson, sum las íslendsku týðingina av skaldsøguni hjá Carl Johan Jensen. Hann var bergtikin beinanvegin og setti seg í samband við Gunnvu.

- Eg skumpaði tað burtur sum ovurmannaverk, men í 2017 broytti eg meining og hugsaði heldur, tonk tær til, um vit klára at gera tað, sigur Gunnvá.

Gunnvá spælir við í leikinum saman við Hans Tórgarð, Duritu Dahl Andreassen, KKristinuOurgaard og Búa Dam. Ein sangari verður eisini á pallinum, sum ein natúrligur partur av leikinum.

Royna Hópfígging

Leiklist er ein kostnaðarmikil listagrein, og hetta sæst aftur í fíggjarætlanini hjá Tvazz.

- Vit byrjaðu at práta um hesa verkætlanina í 2017, og hava brúkt síðstu trý árini til at søkja stuðul. Tað tekur langa tíð, tí hetta er ikki bíligt. Hendan verkætlanin er nokk tann størsta hjá Tvazz. Tað snýr seg um nógvar milliónir, greiðir Gunnvá frá.

Leikurin gjørdist dýrari av, at leikstjórin gjørdist stjóri hjá Hålogaland Teater í Tromsø, og tá var vandi fyri, at verkætlanin fór at steðga upp.

- Eg dugdi ikki at ímynda mær, at vit kundu gera tað saman við nøkrum øðrum leikstjóra. Tí høvdu vit bert tveir møguleikar. Tann eini var at droppa tað og geva alla fíggingina aftur, og hin var, at gera tað størri, so Hålogaland vildi gera eitt samstarv, greiðir Gunnvá frá.

Leikbólkurin valdi seinna møguleikan, og nú er verkætlanin blivin til eitt samstarv millum lítla føroyska leikbólkin Tvazz, Norðurlandahúsið og viðurkenda leikhúsið Hålogaland.

Tvazz manglar eitt sindur av fígging, fyri at náa endaliga upphæddina, og skipar tí fyri Hópfígging.

- Vit mangla pengar, um leikurin skal koma upp á tað støði, sum vit ynskja. Og til hetta er Hópfígging eitt gott ískoyti. Vit skulu tí geva gávur til stuðlarnar, og hetta vilja vit fegin. Tað er stuttligt, tí hetta ger onkursvegna, at har verður ein beinleiðis dialogurin millum áskoðaran og okkum, greiðir Gunnvá frá.

Ætla sær á leikferð

Verkætlanin er eitt samstarv við leikhúsið Hålogaland í Tromsø, og tí er ætlanin, at leikurin fyrst skal spælast í Føroyum, og síðani pakkar leikbólkurin saman og tekur leikin við sær til Tromsø.

- Tað er avgjørt, at hetta skal vera ein leikur, sum vit kunnu ferðast við. Tað vil siga, at vit gera tað so, at leikurin kann pakkast niður og setast upp aftur í øðrum londum. Vit hava ikki roynt hetta fyrr, men vit hava sett sum mál, at fáa føroyska leiklist út um landamørkini. Vit halda, at tað er uppá tíðina, at føroysk leiklist verður umboðað á altjóða pallinum, greiðir Gunnvá frá.

Leikurin skal spælast á føroyskum, eisini tá tey eftir ætlan spæla í øðrum londum. Tað er sæð fyrr, og tá eg vanligt at man brúkar eina maskinu, sum vísir umsetta tekstin, meðan leikararnir siga sínar replikkir.

Frumframførslan verður 17 august, og til ber at stuðla verkætlanini á www.hopfigging.fo.