“Ó” gjørd til sjónleik: Ein blóðdryppandi gysari

Ein sterk norðurlendsk manning stendur aftanfyri pallsetingini av “Ó - søgur um djevulskap”, sum júst nú tekur skap í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv
1. juli 2021 kl. 12:50

Nú eru venjingar byrjaðar til pallsetingina av stórfingnu skaldsøguni Ó, søgur um djevulskap eftir Carl Jóhan Jensen. Forlagið Sprotin gav bókina út í 2006. Hon vakti miklan ans beinanvegin, hon kom út, nógv tos var um hesa góða – og drúgvu - bók, hon varð beinanvegin mett at verða ein skaldsligur varði í føroyskum bókmentum. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2006 og hóast hon ikki vann hana, so vann hon fleiri aðrar bókmentavirðislønir, hon varð nógv umrødd og fekk góð ummæli heima sum úti og varð týdd til íslendskt og norskt. Bókin er at kalla útseld í øllum útgávum í dag.

Nú sum sjónleikur

Skaldsøgan verður nú gjørd um til sjónleik. Tað er ein sterk norðurlendsk manning, sum stendur aftanfyri pallsetingina.

Danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sum byggir á skaldsøguna. Altjóða viðurkendi pallistaleikstjórin Egill Pállsson úr Íslandi leikstjórnar, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, at seta ljóð og tónar til verkið hevur Tvazz fingið føroysku greipuna Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, Súni Joensen ger ljóssnið, filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir og við einum dreymatoymi av føroyskum og norðurlendskum leiklistafólki bjóða vit ein ófrættakendan, djevulsettan ræðu-leik í trimum aktum, har vit fara eina Ó-gloymandi ferð inn í allardøkkastu skýmaskotini í mannasinninum. 

Hetta sigur leikstjórin Egill Pálsson um pallsetingina:

”Vi glæder os til at vise denne groteske horror historie. Ondskaben får en forensic overholdning. I hvad ligger ondskaben? Er djævelen det værste?”

Sostatt kunnu vit vænta okkum eina spenningssøgu um eina Ó-loystu morðgáta, sum dregur okkum inn í eitt kaleiduskop av ófrættakendum, blóðigum fananskapi. True Detectives møtir Dracula.

Frumframførslan verður í Norðurlandahúsinum 7. august 2021. Framført verður bert fram til 15. august.

Longu nú kanst tú tryggja tær eitt Early Bird atgongumerki. Eftir 19. Juli fer prísurin upp.

LES MEIRA á tvazz.fo

Filmsbrellbiti sæst her:

Luttakarar:

Dramatikari:             Daniel Wedel (DK)

Leikstjórn:                Egill Heiðar Anton Pálsson (ÍS)

Framleiðsla:             Durita Sumberg Poulsen og Gunnvá Zachariasen

Pallmynd/búnar:    Martin Eriksson (SV)

Týðari:                       Jonhard Mikkelsen

Tónasmiðir:              Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen

Ljós:                           Súni Joensen 

Filmur:                       Barbara Lervig

Leikarar:                   Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Búi Dam

Durita Dahl Andreassen

Frederic Molund (NO)

Gunnvá Zachariasen

Hans Tórgarð

Kristina Sørensen Ougaard

Hjálparfólk í framleiðsluni eru: Anna Kristin Bæk, Nicolaj Falck, Hjálmar Dam, Birgith Lassen, Sára Mikkelsen og Felisia Helmsdal.