Klumman: Nyttar ikki petti

Tú kanst gott gloyma tað. Rukkukrem nytta einki. Aftur ein kanning er komin eftir, at man skal ikki billa sær inn, at rukkukrem nytta nakað. Hvørki tey dýru ella bíligu gera allarminsta mun

Poulina Slættanes
3. september 2020 kl. 15:00

Tú kanst gott gloyma tað. Rukkukrem nytta einki. Aftur ein kanning er komin eftir, at man skal ikki billa sær inn, at rukkukrem nytta nakað. Hvørki tey dýru ella bíligu gera allarminsta mun. Tey rína yvirhøvur ikki við. Líka mikið, hvussu nógv fronsk apostrof eru á krukkuni, so er vøran tað reina møsn í skilaleysum sølulýsingum. Vit eru so skjót at taka til okkum hesi tølandi gullgyltu evnisbland.

Einki er so vist sum tað, at eldast vit, so sæst tað. Okkurt sæst ella merkist betur enn annað. Onkur lýti eru lættari at koma til sættis við enn onnur. Og okkurt legst aftrat – alt tað leysa.

At halda fast við ævigan ungdóm er tvætl. Vit vilja so fegin trúgva hálva sannleikanum og hava trygd fyri tí. Øðrvísi er við komfýrinum. Beint keyptur og rigga kókipláturnar ikki ella bakarovnurin, so fer man so umgangandi aftur í handilin og talar at við garantiinum í hondini. Verri er við okkara egna garantii, føðibrævinum. Har tala tølini fyri seg.

Í allar mátar sleppur vakurleika- og fríðkanarídnaðurin nógv betur enn hvítvøruhandlarnir. Eingin kemur sær at fara inn í Matas ella onkra aðra líknandi sølubúð og siga: Pengarnar aftur, tí eg síggi farlig út. Havi brúkt hesi valasmyrsl, tit eggja fólki til at brúka, og so líkist eg einum rukkulakka í skortinum!

Eingin himpraðist við, tá ein reklama fyri maskara í fjør var heilt burturvið og reingjandi. Tað var hon sjálv, hin heimskenda Penelope Cruz, ið við himmalvendum eygum lýsti við dygdini av maskara, sum hon brúkti. At gamla hevði eftirgjørdar, ásettar eygnavippur segði søgan einki um. Nei, billa tær inn. Hennara eggjandi útsjónd hevði einki við eina vørudygd at gera, sum hon so staðiliga talaði fyri. Men hvat, vit gloypa tí ferð eftir ferð.

Eitt sindur forfeingiligur má man vera, men máti skal vera við, og fríðkanarídnaðurin skal sjálvandi eisini bera seg. Fríðkanarevnini eru dálkandi, siga granskarar. Tað, vit koyra á hold og í hár hevur mangan onga góðkenda lýsing. Og tá kann viðkvæmi av øllum handa slag stinga seg upp.

Hin einstaki má sær ráða. Hvør vil ikki vera snøgg, og hvør tekur ikki av einum sindri av uppsnolling? Lat meg siga frá ferðini, tá eg var og klipti mær hjá hárfríðkuni. Har sótu kundar í stólunum frammanfyri speglinum og fingu brýr, vippur og hár litað. Ferð var á og ein himmalskur angi av vælveru. Nú koma inn í frisørstovuna eini eldri hjún. Maðurin tekur galantur frakkan frá konuni og heingir upp á knagan. Hann sigur, at tey skulu siga frá, tá konan er liðug. Henda frisørvitjanin var reglulig, skilti eg. Nú var tað soleiðis, at konan var vorðin nakað dement. Hon hevði ongantíð prátað serliga nógv, men hesa ferð er hon heilt opinskárað. Ikki meir enn komin í stólin at sita, peikar hon á brýr og vippur og sigur, at hon skal hava tær litaðar. Og hárið skal eisini hava eitt syft av liting. Og hon strálar. Hon tekur sjálv eina avgerð. Fyrr hevur hon altíð sitið púra kúrr. Alt verður gjørt so vandaliga, og hon strálar sum ein sól, tá hon sær sína spegilsmynd. Hon riggar bara, ja, eitt gott dømi um “áðrenn og aftaná”. Brosið segði alt, ið líkasum ikki hevði verið at sæð leingi. Og so kom løtan, at hjúnarfelagin skuldi heinta. Ótolin skimaðist hon eftir honum. Eingin ivi var um, at hon kendi seg væl og var spent at vita, hvussu ovurfegin makkarin fór at vera um broytingina. Men tað sum ikki hevði verið fyrr, bleiv tá. Hann leikaði óður í, hvat tey biltu sær inn. Tá var eg liðug við míni ørindi og slapp mær á dyr.

Ája. Vit vilja so gjarna halda okkum við líka við tí, sum eftir er. Tað gongur nokk. Tað er ikki annað at gera enn at ganga við – uttan garanti.