Nú mugu fólk, við android ansa eftir.
Eitt nýtt talgilt virus er nú funnið, ið fer eftir android-telefonum og teldlum. Tað skrivar danska TV2.
Flest talgilt virus hava sama endamál. Tá ein fyrst hevur fingið virus á antin teldu, teldil ella fartelefon, kunnu fólkini handan virusið stjala persónligar upplýsingar, myndir o.a. ið ein hevur liggjandi. Men russiskir kt-serfrøðingar hava nú funnið eitt virus, ið tey ongantíð hava sæð áður. Tað nevnist Skygofree.
Skygofree hevur eina rúgvu av hentleikum, sum kunnu stjala persónsupplýsingar hjá tær. Tá Skygofree er installerað, kann tað finna fram til hvar tú ert og tendra og sløkkja mikrofonina á tínum teldli ella fartelefon. Teldusníkar kunnu altso lurta eftir øllum, sum gongur fyri seg, har tú ert. Virusið kann eisini kobla tína telefon ella teldil á eitt tráðleyst netverk, sum verður stýrt av teldusníkunum, soleiðis at tey síggja hvørjar heimasíðir tú vitjar, og hvørjar innritingarupplýsingar tú brúkar, eisini tá tú ikki hevur forbindilsi til Wi-Fi. Men Skygofree gevur ikki bert atgongd til browsaran hjá tær, teldusníkar kunnu eisini fáa atgongd til kalendaran, sosialir miðlar sum Facebook, Messenger og Skype, umframt at teir kunnu lesa sms’ini hjá tær og síggja hvønn tú hevur tosað við.
Russiskir serfrøðingar hava ikki funnið Skygofree fyrr enn nú, men hava funnið útav, at virusið hevur verið í brúk síðan 2014.
Fyri at minka um vandan at fáa slík virus sum Skygofree, kann man fylgja hesum ráðunum:
Heinta bert apps frá almennum handlum.
Um tú ivast, lat so vera við at taka eina app niður.
Kanna altíð navnið á ta app, tú ætlar at taka niður, hygg eftir um okkurt er stavað skeivt, og um hvussu nógv fólk hava tikið hana niður, og um so er, er best hjá tær at lata vera.