SAS-flogskipararnir eru akkurát farnir á flog aftur, men nú rakar eitt nýtt verkfall evropeisku flogferðsluna og flogvøllin í Keypmannahavn.
Týska flogfelagið Lufthansa hevur í dag boðað frá, at áleið 20.000 starvsfólk hjá teimum fara í verkfall í morgin árini og fram til hósmorgunin. Verkfallið fevnir bert um starvsfólk, sum hava fast undir fótum.
Fyri flogvøllin í Keypmannahavn merkir hetta, at 12 flogtúrar við Lufthansa eru avlýstir. Harav tíggju túrar millum Kastrup og Frankfurt og tveir millum Kastrup og München. Sambært Berlingske, eru seks túrar millum Kastrup og München, ið enn ikki eru avlýstir.
Lufthansa avlýsir mestsum allar túrar til og frá stórbýunum Frankfurt og München, sum eru høvuðssætini í Týsklandi. Sambært Ritzau, fer verkafallið at ávirka áleið 1.000 flogfør og 134.000 ferðafólk.
Tað er fakfelagið Ver.di, ið umboðar tey 20.000 starvsfólkini, sum skal samráðast við Lufthansa. Ver.di hevur vrakað fyrsta lønarútspælið, ið
Fakfelagið Ver.di, ið samráðst við Lufthansa vegna tey 20.000 starvsfólkini, hevur vrakað fyrsta lønarútspælið í samráðingunum. Ver.di hevur játtað at taka samráðingarnar uppaftur tann 3. og 4. august.
Sambært Berlingske, krevur Ver.di eina lønarhækkan uppá 9,5 prosent, fyri at bøta uppá lønarlækkanina hjá starvsfólkunum undir koronakreppuni.