Ongi úrslit

Nýtt undirlag á Argjum

Tórshavnar kommuna fer komandi ár at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum á Argjum, sum ikki er skift síðan 2010. Argjamenn fáa sama polytan undirlag, sum í løtuni liggur á Tórsvølli, Ovara vølli og Niðara vølli í Gundadali.

Steinar Patursson
8. desember 2021 kl. 16:30

Undirlagið á fótbóltsvøllinum á Argjum eigur nú tørn, og eftir ætlan skal undirlagið skiftast komandi summar.

Tað sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini.

Avgerðin er samtykt í mentamálanevndini og í fíggjarnevndini, og málið hevur ikki verið at venda í býráðnum, sigur Annfinn Brekkstein.

Graslíkið á Argjum er ikki skift síðan 2010, og Annfinn Brekkstein sigur, at tað var allatíð ætlanin, at fótbóltsvøllurin á Argjum eisini skuldi fáa nýtt undirlag.

Arbeiðið at veita nýtt graslíkið til vøllin á Argjum verður kortini ikki bjóðað út, tí avgerð er longu tikin um at fáa polytanvøll á Argjum, sum er sama tilfar, sum nú er lagt á allar tríggjar vallirnar í Gundadali.

Til spurningin, hví kommunan ikki bjóðar graslíkisarbeiðið út, sigur Annfinn Brekkstein, at tað var ynskiligt at fáa polytan lagt á vøllin, og at tey hava annars fylgt tilmælinum frá umsitingini um at gera eitt tilkeyp á sama grundarlagi.

- Tað er tað, vit ynskja og vilja, sigur Annfinn Brekkstein.

Tað er kortini ikki nágreiniliga avgjørt, nær farast skal undir at skifta graslíkið.

- Tað er ofta so, at vit samskifta við viðkomandi felag, sum brúkar vøllin mest, nær tað liggur best fyri. Eg minnist ikki heilt, um tað var apíl/mei ella mei/juni, men vit fara at gera okkara, fyri at alt verður klárt, og vit gera neyðugu tillagingarnar, soleiðis at vøllurin er brúkbarur.

Fær kommunan ein góðan prís frá Metatron, sum framleiðir polytan, nú ein fjórði vøllur eisini skal hava undirlagið?

- Tað er nakað, sum umsitingin skal kanna, sigur Annfinn Brekkstein.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

19 tímar síðan

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27

Sendistovan í Ísrael má varðveitast

1. oktober kl. 12:53