Nýtt staklag : The Crowberry Band – Good Luck

Fríggjadagin 9. februar kemur nýggja lagið Good Luck hjá The Crowberry Band. Sangari og sangskrivari í bólkinum, Janus...

Innsent
7. februar 2018 kl. 17:50

Fríggjadagin 9. februar kemur nýggja lagið Good Luck hjá The Crowberry Band. Sangari og sangskrivari í bólkinum, Janus Á Húsagarði, sigur um lagið, ”Hetta er ein brúdleypssongur sum eg gjørdi einum fittum parið ið eru góðir vinir hjá mær, og sum eisini eru limir í The Crowberry Band. Eg var so lukkuligur at sleppa at spæla sangin til brúdleyp teirra.”

The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv stovnað í 2015, og hevur spælt konsertir í spælistøðum og festivalum kring landið. Tónleikurin hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki. The Crowberry band koma út við teirra fyrstu fløgu, sum eisini hevur heiti Good Luck, í fyrstu helvt av 2018. Janus á Húsagarði hevur skrivar allar tekstir og løg. Á Good Luck spæla: sang: Janus á Húsagarði, kór sang: Brenna McCormick Jacobsen, kór sang: Malan Thomsen, piano/harmonium: Finnur Hansen, bass: Johannis av Rógvu Joensen, violin/brache: Angelika Nielsen, cello: Tóri Restorff Jacobsen.