Nýtt staklag frá Xperiment
"Tá eg verði stórur" er heitið á nýggja staklagnum
Fríðmundur Nattestad
26. februar 2024 kl. 12:00
Rytmiska kórið, Xperiment, hevur latið nógv klassisk løg í ein nýggjan ham, og nýggja staklagið, "Tá eg verði stórur", er onki undantak.
"Tá eg verði stórur" er ein gomul vísa, sum Jacob Hansen (1881 - 1967) umsetti úr donsku vísuni, "Sår er min hånd". Vísan varð prentað í fyrsta føroyska barnablaðnum, Ungu Føroyar, í 1907.
Nýggja staklagið hjá Experiment kann hoyrast her.