Nýtt staklag frá Týr
Nýggj heildarútgáva kemur á marknaðin í apríl
Fríðmundur Nattestad
8. februar 2024 kl. 11:41
"Battle of Ballads" er heitið á nýggju heildarútgávuni hjá tungmálmsbólkinum Týr, sum kemur á marknaðin 12. apríl. Útgávan er tann 9. í røðini hjá bólkinum.
Heri Joensen, oddamaður í Týr, sigur við tungmálmsmiðilin Blabbermouth, at væleydnaða samstarvið millum Týr og Føroya Symfoniorkestur, gav honum stóran íblástur tá nýggjan útgávan varð skrivað.
Fyrsta staklagið, ið kallast "Axes", kom út týsdagin.