Nýtt staklag frá Tórmóði
Hetta er næsta staklagið ungi hoyvíkingurin letur úr hondum í ár
Fríðmundur Nattestad
5. juni 2024 kl. 11:20
Hann gav sítt fyrsta staklag á donskum út í apríl, og nú er hann aftur við enn einum lagi á donskum. Talan er um 23-ára gamli hoyvíkingin Tórmóð, sum nú letur úr hondum staklagið "Jeg ku' være landmand".
- Sangurin kann best lýsast sum ein lættur, fangandi og sukursøtur kærleiksangur, ein rættur summarsangur. Hann snýr seg um at rýma frá øllum, bara at liva í kærleikanum, og at tað ikki er so farligt hvar man endar, so leingi man hevur hvønn annan, skrivar Plátufelagið Tutl á Facebook.
- Hetta er annað staklag út av trimum hjá Tormóði, sum verða útgivin í 2024. Har er nógv at gleða seg til frá unga hoyvíkinginum, skrivar Tutl.