“Church on Wheels” er nýggjasta útspælið frá rokkaranum Son of Fortune. Ein støvut banjo byrjar lagið og setir stemningin. Eftir tað, koma trummurnar, bassurin, ljómborið og elektriski gittarin inn í røttum blús/rokk stíli, og tú verður drigin inn í serstaka Son of Fortune heimin.
Teksturin spretti úr eini Íslands ferð, ið Benjamin, maðurin handan Son of Fortune, var á. Ferðalagið fór á tiltikna “Golden Circle” túrin, har ein ferðaleiðari greiddi frá um ein prest, sum hevði bygt eina kirkju á hjólum. Presturin kundi tá víga fólk úti í stórfingnu náttúruni í Íslandi. Tá Benjamin kom á heitið “Church on Wheels”, rullaði teksturin úr honum, og ein íspunnin søga kom á blað. Ein søga um eina vilsta sál, sum leitar eftir onkrum at yvirgeva seg til. Átrúnað, blús ella okkurt triðja.
Lagið er upptikið í Studio Bloch av amerikumanninum Mike Fahey, sum m.a. hevur arbeitt við Chris Stapleton, The Raconteurs og The Wans.
Ljóðbland og mastering er gjørt í Nashville Tennessee.
Tekstur og lag: Benjamin Petersen
Benjamin Petersen - Sang, gittar og banjo
Mattias Kapnas - Klaver, rhodes og moog
Per I. H. Petersen - Trummur
Jóhannus á Rógvu - Bass
Naoh Denney - Ásláttur og kór
Jon Eldridge - Hammond orgul
Kristen Rogers - Kór
Framleitt hava Mike Fahey og Benjamin Petersen
Upptøka og ljóðbland: Mike Fahey
Mastering: Daniel Bacigalupi
Leinkja til lagi: https://bfan.link/church-on-wheels