Nýtt staklag frá Fremmand

Alternativi rokkbólkurin hevur latið úr hondum nýtt staklag av einari komandi EP

Fríðmundur Nattestad
16. mai 2024 kl. 16:30

Heitið á nýggja staklagnum er Recognition.

- Recognition vísur á eina myrkari síðu av Fremmand, ið minnir meira um post-punkin frá fyrst í 80’unum, enn hvat vit hava hoyrt frá bólkinum áður, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

- Teksturin berur íblástur av føniks fuglinum, og snýr seg um ódeyðiligheit, endurupplivan og lívið eftir deyðan.

Nýggja staklagið, Recognition, kann stroymast her.