Nýtt smittumet í Norra

Støðan er ring í Norra, og seinasta døgnið eru 1156 nýggir tilburðir staðfestir

Steinar Patursson
17. mars 2021 kl. 16:33

Í Norra er nú eitt nýtt met sett fyri koronusmittutølini, og ikki færri enn 1156 nýggir tilburðir eru staðfestir seinasta døgnið.

- Nú seta vit met, sum eingin okkara ynskir at seta. Vit eru í einari triðu bylgju, segði norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, á tíðindafundi sambært NRK.

Í Norra eru í løtuni 226 fólk innløgd á sjúkrahúsi við koronu, og 34 teirra fáa viðgerð í í respiratori.

Hóast metstóru smittutølini, hevur norska stjórnin ikki ætlanir um at herða koronutiltøkini kring landið, men um fleiri smittuútbrot verða at síggja ymsastaðni í Norra, broytist støðan møguliga.

Bent Høie heitir kortini á normenn um at halda seg heima um páskirnar.

- Vit nærkast páskum, og nógv hugsa um, hvørji tilmæli eru galdandi. Almennu tilmælini um ikki at ferðast - heldur ikki innanlands - eru framvegis galdandi um páskir, segði Bent Høie.