Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum

Ein av soppunum í sjónvarpsrøðini ”The Last of Us” er nú staðfestur í Føroyum

Tjóðsavnið
15. mai 2024 kl. 14:15

Snultisoppaslagið Ophiocordyceps gracilis er nýtt soppaslag í Føroyum. 

Nýggja slagið av soppi var funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið. Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eitt vakið eyga við tí, sum vaks rundanum. Á bønum beint omanfyri vegin stakk soppaslagið seg upp í mosalendinum umleið 3 cm til longdar.



Í samstarvi við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá Norska stovninum NIBIO var staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.

Ophiocordyceps gracilis er í familju við somu soppasløgini, sum hava givið íblástur til væl umtøktu sjónvarpsrøðina ” The last of us”. Ein røð, sum er um sombifiserað menniskju feingin av soppi, tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi. Soppaslagið er skrásett ymsastaðni í Skandinavia, tó er lítil vitan um útbreiðsluna og lívfrøðina av hesum soppaslagi.