Ongi úrslit

Nýtt slag av elektrolysukyknum kann geva bíligari streym og grønt brint

Grønt brint frá komandi PtX (Power to X) útbúnaði kann gerast bíligari enn áður mett. Hetta sær professari á DTU Henrik Lund Frandsen fyri sær, nú at tað er eydnast at menna keramiskar elektrolysukyknur við nýggjum elektrodutilfari, nevnt Ni-GDC.

Rúni Korsgaard
11. juni 2024 kl. 20:00

Elektrodurnar vístu góð úrslit og eingin tekin á versnan eftir royndir í 1000 tímar á DTU. Tvørturímóti, var mátturin hjá elektrodunum betri.

Henrik Lund Frandsen, professari, metir, at til ber at spara 25 % av streyminum, sum verður nýttur at framleiða somu mongd av brennievni, og at spara upp til áleið 20 % av brint-kostnaðinum, verða keramiskar elektrolysukyknur nýttar í PtX-tøkni.

Royndirnar at meta um støðufestið av Ni-GDC-elektrodunum vórðu gjørdar av postdoc Morten Phan Klitkou o.fl. á DTU við at royna ymsar streymstyrkir í 1000 tímar.

Úrslitini vístu, at mótstøðan í brennielektronduni versnaði bert eitt vet undir rættiliga høgum streymdrátti. Royndirnar bendu á, at megin-niðurbrótingarmekanisman í vanligum keramiskum elektrolysukyknum kundi sleppast undan, eftirsum nikklið í kyknunum ikki fluttist undir høgum streymdrátti. Hetta er ein betring í mun til kyknutøknina, ið verður brúkt í dag.

Henrik Lund Frandsen metir tó, at eini 10 ár ganga, áðrenn Ni-GDC-kyknurnar eru heilt uppskaleraðar og gagnnýttar í altjóða PtX-útbúnaði.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

Í gjár kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41