Í januar byrjaðu 9 næmingar undirvísing í føroyskum sum annaðmál á Kambsdali. Hetta eru fólk, sum hava búð í Føroyum í styttri ella longri tíð og ynskja at læra málið. Summi teirra eru gift til Føroya, meðan onnur eru komin til Føroya av øðrum ávum.
Eg fekk mitt í einum tíma orð á trý teirra, Jennifer, Prashim og Nadju.
Jennifer frá Filipsoyggum er gift til Saltangará. Hon hevur búð 1 ár og 4 mánaðir í Føroyum. Prashim er frá Nepal og býr á Toftum. Hann hevur búð 1 ár og 2 mánaðir i Føroyum. Nadja úr Russlandi hevur búð 10 ár í Føroyum og er gift til Leirvíkar.
Felags fyri tey øll er, at tey ynskja at læra føroyskt fyri betur at kunna samskifta við fólk, fyri at gerast partur av mentanini og fyri at bøta um sínar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Umframt skeiðið, ið nú er byrjað í føroyskum sum annaðmál, er eisini framhaldsskeið í føroyskum sum annaðmál. Teir næmingarnir byrjað fyri góðum ári síðan og er nú komnir upp á 3. stig. Onkur er tó givin á leiðini – og onkur er komin afturat.
Undirvíst verður umleið 4 skúlatímar um dagin allar skúladagar. Hvørt skeið er einar 10 – 12 vikur langt. Áhugað kunnu venda sær til skúlan, tlf. 610 800