Nýtt poddvarp um Trónd Patursson
Listasavn Føroya gevur út nýtt poddvarp um føroyska list og listafólk
Listasavn Føroya
16. februar 2024 kl. 12:00
Fríggjadagin 16. februar letur upp ein nýggj serframsýning á Listasavni Føroya. Framsýningin eitur “Ljós og litir” og rúmar eldri og nýggjum verkum eftir Trónd og Brand Patursson.
Í mars fyllir eitt av okkara mætastu listafólkum, Tróndur Patursson, 80 ár, og í sambandi við føðingardagin hevur Listasavn Føroya gjørt eitt poddvarp, ið leggur dent á Tróndi, hansara langa listaliga arbeiðslív og hansara list sum heild. Í partinum verður prátað við listamanninum og Kirstin Helgadóttir, ið er kurator fyri framsýningina.
Framsýningin “Ljós og litir” á Listasavni Føroya letur upp í morgin kl. 16. Ferniseringin er millum klokkan 16 og 18.
Lurta eftir poddvarpinum her.