Nýtt poddvarp: Kynsvillingarnir

Eitt nýtt føroyskt poddvarp er sett á stovn við heitinum, Kynsvillingarnir. Sambært luttakarunum er talan um eitt sonevnt kvir poddvarp, sum hevur í hyggju at hugleiða og ráðgeva um kvir sex, kærleika og samleika - og alt har ímillum

Kinna Poulsen
29. mars 2021 kl. 15:30

Kvir er føroyskt fyri queer, sum í beinleiðis týðing er eitt lýsingarorð, ið merkir løgin ella margháttligur og áður hevur verið brúkt vanvirðisliga sum slang um samkyndar menn á enskum.

Í dag er orðið tikið aftur av teimum, tað upprunaliga var brúkt um, og verður brúkt seriøst og í víðum týdningi sum hugtak, fevnir um kynsminnilutar, also grundleggjandi øll menniskju, sum ikki eru hinskynd.

Í akademiskum høpi verður hugtakið nýtt í sambandi við gransking av kynsleiklutum og samleika við atliti til korini hjá kynsminnilutum. Serliga á amerikanskum universitetum, men eisini aðrastaðni verður granskað í queerhugtakinum og queerástøði.

Kynsvillingarnir

Tey trý, Dina Barbara Abrahamsen, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, sum hava stovnað poddvarpið, brúka heitið Kynsvillingarnir - eitt ikki serliga gott orð.

Mann kann kanska siga, at teir tríggir stovnararnir av poddvarpinum við sínum heiti taka orðið aftur. Tey ”owna” tað, sum tað eitur á nýføroyskum, og gera hetta við yvirskoti og humor og kanska tí tey eru vill við kyni heldur enn vilst.

Í øllum førum er kyn partur av presentatióninum, tá tey siga, hvat tey eita og gera og so framvegis. Tey upplýsa eisini heilt natúrliga, hvat teirra pronoun er, tað vil siga hvat kyn, tey kenna seg sum og hvat ella hvørji kyn tiltrekkja tey.

Ein av luttakarunum í orðaskiftinum er til dømis panseksuel – tá kann mann vera drigin at einum og hvørjum menniskja, eisini at teimum, sum ikki passa inn okkara vanligu, sonevndu bineru fatan av kyni sum verandi antin maskulint ella feminint. Tey trý eru nokk so bersøgin og flenna nógv í hesum poddvarpi, sum longu við 2. parti er vorðið betri, tí mikrofonin er betri.

Samrøðan, ið á ymiskan hátt nertur við eina kenslu hjá einstaklingum um ikki at passa inn í samfelagsbygnaðin, er djúptøkin og eigur at vera tikin í álvara. Tað er eisini beinleiðis hjartanemandi at hoyra Dan Helga í Gong greiða frá, hvussu hann hevði tað í kynsbúningarárunum, tí hann føldi ósamsvar millum sín samkynda samleika og sína trúgv.

Ófrættakent er at hoyra tey tosa um, at LGBT´arar í samkomum føla seg heimleys sum trúgvandi, tí samkoman ikki góðtekur teirra kynsliga samleika. Sagt verður, at trupulleikin við vantandi accept er størri í samkomum enn í fólkakirkjuni.

Hoyr poddvarpið HER.

Til ber at lesa alla greinina í Dimmalætting ella sum haldari HER.