Í morgin, mánadagin 3. oktober, kemur fyrsti partur av "List í Støðum" út til almenningin. Tað er poddvarpið, sum snýr seg um sambandið millum list og støð, hvussu listafólk nýta støð sum íblástur ella motiv í listini ella kanska sum friðskjól, har tey skapa hana.
Tær næstu seks vikurnar kemur ein nýggjur partur út hvønn mánadag.
Í fyrsta parti bjóðar Beinir Bergsson okkum við til Sørvágs, har vit vitja Sólgarðin, sum er havin, ið omman plantaði og røkti, til hon doyði fyri 16 árum síðani.
Sólgarðurin er eisini heitið á seinasta yrkingasavninum hjá Beini, sum er staðsett í hesum sama garði, har markið millum menniskjakroppin og vøksturin í náttúruni verður upployst í yrkingunum. Savnið er harumframt staðsett í einum abstraktum mentalum rúmi, har ið kærleikin millum tveir elskarar verður granskaður og at enda syrgdur.
Saman við Beini vitja vit øll hesi støðini og fáa innlit í minnini og kenslurnar, sum har búgva.
Savnið "Sólgarðurin" er í uppskoti til Virðisløn Norðurlandaráðsins 2022, sum er størsta virðislønin, ein rithøvundur kann fáa í Skandinavia – um vit síggja burt frá Nobel Heiðurslønini. Fíggjarligi vinningurin fyri virðislønina er 300.000 krónur og verður latin komandi november, tá virðislønin verður handað.
Beinir Bergsson er ættaður úr Sørvági og búsitandi í Havn. Hann hevur eina MA útbúgving í týskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands og lesur í løtuni ritlist á Setrinum, har hann verður liðugur við sína bachelor útbúgving í 2024, um heimurin enn stendur tá. Hann gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 2017, "Tann lítli drongurin og beinagrindin", sum vann fyrstu EBBU nakrantíð í 2018, t.e. virðislønin eftir Ebbu Hentze, ið læt sínar ognur til Rithøvundafelagið, so at tað kundi lata árligur gávur til ungar rithøvundar við serligum gávum.
Vertur í poddinum er Trygvi Danielsen. Hann hevur upptikið og klipt allar partarnar av "List í Støðum" í samstarvi við Dimmalætting og við stuðli frá Miðlastuðulsnevndini.