Nýtt nótaskip um tvey-trý ár

Tróndur í Gøtu er seldur sjálvt um tað var Finnur Fríði sum stóð á sølulista

Árni Gregersen
2. mars 2024 kl. 09:00

Uppsjóvarreiðaríið í Gøtu, Varðin, hevur selt nótaskipið Trónda í Gøtu til Noregs. Norðmenn yvirtaka skipið 1. mai í ár.

Varðin byggir eitt nýtt skip, sum skal latast felagnum í summar. Ætlanin var, at nýggja skipið skuldi avloysa Finn Fríða, sum er frá 2005.

Nú er støðan broytt, tí norðmenn vildu hava Trónda í Gøtu, so Finnur Fríði verður verðandi í flotanum hjá felagnum í nøkur ár afturat.

-Finnur Fríði er sjey ár eldri enn Tróndur í Gøtu, so hann má eisini skiftast út. Tað verður helst gjørt innanfyri komandi tvey-trý árini, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í felagnum.

Nýggja uppsjóvarskipið verður bygt hjá Karstensen í Skagen.