Nýtt met á 400 metrum

Fyri tveimum vikum síðan bøtti Dánjal Dahl Ljósheim um sítt egna føroyska met á 200 metrum. Í dag tók hann átta ára gamla metið á 400 metra teininum

Sigurjón Einarsson
12. februar 2022 kl. 23:32

Tað hevur gingið væl við renningini hjá unga Dánjali Dahl Ljósheim, síðan hann flutti til Keypmannahavnar í summar, har hann rennur við felagnum, Sparta.

Síðst í januar setti hann nýtt føroyskt met í 200 metra renning í kapping í Randers.

Í dag var tað so átta ára gamla metið á 400 metra teininum, sum fall.

Tá Dánjal rann 400 metrar fyri einari viku síðan, og klokkan á málinum segði 53,66 sekund, lá tað ikki í kortunum, at hann fór at takað átta ára gamla føroyska metið hjá Rúna Seloy, sum var 52,08 sekund. Dánjal hevur tó brúkt síðstu vikuna til at fáa hvílt beinini, og annars fyrireika seg til eitt álop á føroyska metið.

Hvirlan.fo skrivar, at dagurin byrjaði við, at hann rann 60 metrar. Hetta var einamest við her, fyri at fáa ferð í beinini áðrenn 400 metra kappingina. Tíðin á 60 metrum gjørdist 7,55 sek, sum er 0,04 sek seinni enn hansara persónliga met, men nú vóru beinini klár. Fýra og ein hálvan tíma seinni fór hann so í blokkin til 400 metrar startin. Avtalan við venjaran var at leggja hart út. Málið á fyrstu 200 metrum var at klára 24 sekund, fyri síðan í mest møguligan mun at halda formin á mál.

Tá skotið fór, gjørdi Dánjal sum avtalað. Hann legði hart út og eftir fyrsta umgangin, sum er 200 metrar, segði klokkan 23,9 sek, tað vil siga nærum neyvt tað, sum avtalað var. So var ein umgangur eftir, og nú fór møðin at vísa seg, men Dánjal megnaði væl at halda stílin, og tískil megnaði at hann at koma á mál við tíðini 51,07 sekund. Tað er meir enn eitt sekund skjótari enn føroyska metið. Tíðin er eisini lítið sekund skjótari enn oyggjaleikakravið.

Í morgin (sunnudagin) rennur hann aftur, og tá er tað 200 metrar teinurin á skránni, har Dánjal Dahl Ljósheim eisini bøtti sítt egna met fyri tveimum vikum síðan.