Nýtt lag frá Jógvani Hansen

Nýggja lagið eitur Septembur Blues

Ragnar Sjúrðarson
17. september 2024 kl. 19:24

Fríggjadagin kom eitt nýtt lag frá Jógvani Hansen.

Lagið eitur septembur Blues og er um føroyska heystið.

Jógvan Hansen skrivar soleiðis um nýggja lagið, á Facebook vanga sínum:

“Fríggjadagin kom eitt spildurnýtt lag út frá mær. Lagið eitur Septembur Blues. Eitt lag um tað Føroyska heystið. Tekstin eigur vinur mín og frændi Hans Hjalti Skaale. Lagið skrivaði ein annar vinur mín frá Finlandi, Matti Kallio. Hetta er eitt av teimum 5 lögunum sum vit tóku upp síðsta heyst úti í Finlandi. Eg kann siga so nógv um hettar samstarv hjá okkum 3. Men eg vil heldur lata tónleikin njóta seg fyri fyrst. Geri so væl.”

Her ber til at hoyra lagið: https://m.youtube.com/watch?v=cwGEDBn1KTk&fbclid=IwZXh0bgNhZW0CMTEAAR0NEitLfnJemeKzTD20pjZ0QxTeqXdcyLLbOHoDrHTsKPWFKyiKN9CIqwQ_aem_netyb3j3bd7F_uBVEb5M7g