Nýtt koronufrábrigdi staðfest í Fraklandi

Frábrigdið, ið framvegis ikki hevur fingið grikskt navn, hevur fleiri mutatiónir í felag við omikron frábrigdið, men tað er kortini ov tíðliga at siga, hvørt vit skulu óttast nýggja koronuslagið.

Steinar Patursson
4. januar 2022 kl. 14:30

Meðan vit sum best ber til stríðast við at basa omikron frábrigdinum av koronu, hava heilsumyndugleikarnir í Fraklandi staðfest uppaftur eitt nýtt frábrigdi.

Í einum vísindariti siga franskir granskarar, at teir hava funnið eitt nýtt frábrigdið, ið hevur fingið navnið B.1.640.2. Tað skal kortini viðmerkjast, at vísindaliga greinin hevur ikki verið gjøgnum sokallað per review, javnlíkameting, ið er týðandi partur av vísindaliga arbeiðinum.

Granskararnir siga, at higartil hava teir staðfest 12 tilburðir av nýggja frábrigdinum, ið teir siga hava 46 mutatiónir.

Tilburðirnir er staðfestir í býnum Forcalquier, ið er norðan fyri Marseilles. Granskararnir halda kortini, at frábrigdið hevur uppruna í Kamerun í Afrika.

Við norska Dagblaðið sigur Line Vold, deildarleiðari fyri smittuverju í Fólkaheilsuinstituttinum, at nýggja frábrigdið hevur fleiri mutatiónir, ið vit frammanundan kenna frá omikron frábrigdinum. Harumframt hevur nýggja frábrigdið eisini mutatiónir í felag við alfa, beta og gamma frábrigdini.

Tað er framvegis ov tíðliga at siga, hvørt heilsumyndugleikarnir óttast nýggja frábrigdið, og heimsheilsustovnurin WHO hevur heldur ikki givið frábrigdinum eitt "nýtt" grikskt navn enn.