Nýtt kappróðrarneyst í Eysturkommunu

Kappróðrarfelagið Tindur í Eysturkommunu hevur viðgongd í løtuni, og nú hevur kommunan samtykt at fara undir bygging av nýggjum kappróðrarneysti í Norðagøtu

Terji Nielsen
3. juni 2024 kl. 20:55

Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið í Eysturkommunu at játta gott og væl 4 milliónir krónur, soleiðis at nýggja neystið kann stoypast upp og innilokast í ár vónandi, og síðani verður restin av kostnaðin væntandi játtaður komandi ár, soleiðis at nýggja kappróðrarneystið kann standa klárt í 2025.

Í verandi løtu venja róðrarfólkini í Leirvík vetrarhálvárið, men tá ið farið verður í bátarnar verður vant á Gøtuvík.

Trupult hevur verið at fingið pláss til teir sjey bátarnar hjá felagnum undir taki, og sum nú er standa tríggir teirra í einum neysti í Norðagøtu, meðan hinir fýra standa í bingjum á havnalagnum í Gøtu.

Nýggja neystið fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til sjey bátar: trý fimmmannafør, tvey seksmannafør, eitt áttamannafar og eitt tíggjumannafar.