Stutt eftir midnátt tann 12. november, fekk norska veðurtænastan eina máting frá einari veðurstøð á Svalbard. Mátingin máldi 9,4 stig, og tað er nýtt hitamet.
Tað er hægsti hiti, ið er máldur á Svalbard fyri ein november, stendur at lesa í einum tweeterboðum frá veðurlagsfrøðinginum Ketil Isaksen frá norsku veðurtænastuni.
Týsdagin vórðu 9,2 hitastig máld á flogvøllinum í Longyearbýnum, ið er tvey stig heitari enn gamla hitametið, sum eru máld í november mánaði, ið varð mált í 1975, tá hitin máldi 7,5 hitastig. Søguliga hevur miðalhitin fyri november í Longyearbýnum verið fimm kuldastig.
Tá sólin er meir enn 6° undir sjónarringinum, og tað er bølamyrkur, eitur tað polarnátt. Á Svalbard er polarnátt frá umleið 11. november til 30. januar.
Nýggja hitametið fylgir óvanliga hitamynstrinum, ið hevur verið kring allan norðurpólskringin hetta summarið og heystið. Í russiska partinum av arktiska økinum hevur miðalhitin verið 10 hitastig heitari enn vanligi hitin fyri oktober.
Í summar vórðu nógv hitamet sligin í norðurpólskringinum. Hetta var eisini galdandi á Svalbard, har 21,7 hitastig vórðu máld í Longyearbýnum í juli.
Men nýggju hitametini hava havt avleiðingar við sær. Í Longyearbýnum hava tey fingið trupulleikar við sjúnkandi húsum, nú permafrosturin er við tiðna.
Norska veðurtænastan sigur, at óvanligi hitin í norðurpólskringinum stavar frá negativa spiralinum av alsamt vaksandi veðurlagsbroytingum. Ísurin bráðnar og tað hevur við sær, at ísurin ikki kastar sólstrálur út aftur í rúmdina, ið hevur við sær, at havið gerst heitari.
Halda veðurlagsbroytingarnar fram, eins og í dag, so verður miðalhitin á Svalbard yvir null stig í endanum av hesum árahundrað, spáar norska veðurtænastan.