Eliud Kipchoge úr Kenja knústi heimsmetið í maraton, tá hann rann teinin á 2 tímar, ein minutt og 40 sekund.
Harvið var 33 ára gamli rennarin næstan ein minutt og 20 sekund skjótari enn metið, sum Dennis Kimetto setti í Berlin í 2014. Tann tíðin var 2:02:57.
Hóast Eliud Kipchoge setti heimsmet í dag, so er ikki talan um skjótasta maraton nakrantíð. Í fjør miseydnaðist ein roynd hjá honum at renna teir 42,195 ki,ometrarnar undir tveir tímar. men hann var 25 sekund ov seinur. Men orsaka av, at aðrir rennarar vórðu brúktir, sum komu inn í renningina leypandi fyri at halda ferðini uppi og geva honum lývd, varð tann royndin ikki góðkend av ítróttamyndugleikunum sum eitt galdandi heimsmet.
Maratonkappingin í Berlin er tiltikin skjót. Seinastu sjey heimsmetini eru sett júst í Berlin. Betranin hesaferð á 1 minutt og 17 sekund er størsta betranin av metinum síðan 1967, tá Derek Clayton skar 2 minuttir og 23 sekund av heimsmetinum.
Síðan 2013 hevur Kipchoge runnið 13 meraton og vunnið tey øll uttan tað eina. Tað var í Berlin í 2013, tá hann gjørdist nummar tvey eftir Wilson Kipsang, sum setti heimsmet tá.
Hann er eisini verandi olympiskur meistari á teinunum við gullinum í Rio de Janeiro í 2014.
Kipchoge gjørdi fyrstu ferð veruliga vart við seg í 2003, tá hann gjørdist heimsmeistari á 5.000 metra teininum, einans 18 ára gamal.
Maratonkappingin fyri kvinnur í Berlin í dag var eisini vunnin av einum kenjana. Gladys Cherono rann teinin upp á 2:18:11.
Only one person can break the world record.... The man is Eliud Kipchoge pic.twitter.com/9Bf9CjTKpU #BerlinMarathon #berlin42
— Gitau® (@ItsGitau_) 16. september 2018