Nýtt grønt bústaðarlán

Bank Nordik fer nú undir at bjóða bústaðarlán við lægri rentu til teirra, ið velja grønar orkuloysnir til húsini

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 14:13

Bank Nordik boðar í dag frá, at bankin fer nú undir at bjóða sokallað grøn bústaðarlán, har rentan er lægri enn á vanligum bústaðarlánum og lánsgjaldið er lægri.

Grøna bústaðarlánið er til hús og íbúðir, ið verða hitað av grønum orkukeldum, og tað er eisini ein treyt fyri lánið, at bústaðurin ikki verður hitaður av vanligum oljufýri.

- Grønar orkuskipanir eru hitapumpur – m.a. jarðhiti - og fjarhiti, ið brúkar varandi orku, sigur Bank Nordik.

Lægsta rentan á grønum bústaðarláni verður 2,45 prosent, meðan lægsta rentan á einum vanligum bústaðarláni er 2,75 prosent, og nýggja lánið verður tøkt 1. apríl.

- Vit síggja okkum sum ein relativt stóran aktør í samfelagnum. Eitt er, at vit kunnu minka um okkara egna útlát, men vit síggja, at vit kunnu vera við til grønu umstillingina í Føroyum við at gera tað upp á hendan mátan, bæði hjá teimum, sum byggja nýtt og hjá teimum, sum hava hús og skulu gera íløgur fyri at minka um útlátið sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik.

Tá spurdur um, hvørt nýggja grøna bústaðarlánið eggjar fólki til samstundis at fáa sær orkulán til at skifta gamla oljufýrið út, svarar Árni Ellefsen, at tað er møguligt.

- Tað kundi eg hugsað mær, ja. Tað er í øllum førum ikki ómøguligt. Í hvussu er bjóða vit enn bíligari rentu til sjálva íløguna, men hetta ger sjálvandi størri mun, um lánið er tað størri.

Tað er eisini møguligt, at hinir peningastovnarnir nú fara at gera Bank Nordik eftir og bjóða út síni egnu grønu bústaðarlán.

- Tað kundi eg ímyndað mær. Alt samfelagið er farið at førka seg móti grønu umstillingini. Landsstýrið og løgtingið hava sett nakrar málsetningar fyri alt samfelagið. Nú taka vit fyrsta stigið, men tað skal undra meg, um teir ikki so ella so koma at geva ískoyti á líknandi hátt, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í Bank Nordik.