Nýtt gandakent staklag frá Fremmand

Hetta er næsta staklagið av einari komandi EP

Fríðmundur Nattestad
20. juni 2024 kl. 15:00

Fyrr í ár gav alternativi rokkbólkurin Fremmand út sítt fyrsta staklag av einari komandi EP.

Í dag hevur bólkurin latið úr hondum næsta staklagið, ið kallast By The Ocean.

- Fremmand eru gandakend á næsta staklagnum frá teirra komandi EP. By The Ocean vísur eina lættari síðu av bólkinum. Megin á villu náttúruni í Føroyum er íblásturin til sangin, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

Lagið er framleitt av Michael Patterson, sum hevur arbeitt við tónleikarum so sum Nine Inch Nails, MØ, The Notorious BIG, Beck, Limp Bizkit og Jennifer Lopez.

Nýggja lagið, By The Ocean, kann stroymast her.