Nýtt dagstovnatilboð á Húsum

Avgerð er tikin um, at bygdarhúsið á Húsum, sum í løtuni verður umvælt til endamálið, skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum

Jóannes Hansen
18. desember 2023 kl. 17:56

Í løtuni er starvslýsing úti, har Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til nýggja dagstovnatilboðið á Húsum. Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni.

Avgerð er tikin um, at bygdarhúsið á Húsum, sum í løtuni verður umvælt til endamálið, skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum. Øll miðhæddin í húsinum verður høvuðsumvæld. Trappurnar eru fluttar, kaminan er flutt, gólvhiti lagdur og er ein lítil køkur settur upp. Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini.

Eftir ætlan letur nýggja tilboðið upp 1. februar, skrivar Klaksvíkar kommuna í dag.