Nýtt amboð í stríðnum móti hevndarporno

Eitt nýtt amboð skal gera tað lættari hjá teimum, ið av onkrari orsøk hava intimar myndir liggjandi á netinum, at fáa myndirnar tiknar burtur

Steinar Patursson
8. mars 2023 kl. 13:15

Eitt nýtt amboð er nú tøkt í stríðnum móti hevndarporno og aðrari útbreiðslu av intimum myndum og sjónbondum á netinum.

Pallurin Take It Down var almannakunngjørdur í gjár, og hann hevur til endamáls at hjálpa fólki at finna eintøk av egnum intimmyndum ella sjónbrotum, ið møguliga eru í umferð á internetinum, og at fáa tey tikin niður.

Pallurin virkar á tann hátt, at brúkarin kann seta eitt sokallað ”hash” ella ”hasvirði” á mynd ella sjónbrot á egnari telefon ella teldu. Hetta hasvirðið er sum eitt talgilt fingramerki, ið Take It Down síðani kann nýta til at leita eftir myndini ella sjónbandinum aðrastaðni á netinum.

Við øðrum orðum merkir hetta, at hevur tú eina ónærisliga mynd liggjandi á netinum, kanst tú brúka upprunaligu myndina at gera eitt fingramerkið, ið Take It Down síðani nýtir til at finna somu mynd aðrastaðni á netinum og taka hana burtur.

Tað er altso ikki neyðugt at leggja upp myndina sjálva til Take It Down at nýta.

Í løtuni virkar Take It Down á pallunum Onlyfans, Pornhub, Yubo, Facebook og Instagram.