Ongi úrslit

Nýskipanarnevndin vil fegin frætta frá fólki

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 11:58

Nýskipanarnevndin, ið fór til verka í septembermánaði og hevur latið sítt fyrsta tilmæli, fer framhaldandi at viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Ætlanin er, at nevndin leypandi skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir.

Longu nú hevur nevndin fingið nógvar áheitanir frá fólki, ið hava hugskot til, hvussu langtíðarhaldførið kann styrkjast.

Tað er týdningarmikið, at tey í almennu skipanini ella í samfelagnum annars, ið sita inni við einari vitan ella hava hugskot til nýskipanir, kunnu koma við sínum íkasti.

Tí ber nú til at geva Nýskipanarnevndini uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni:

https://www.lms.fo/fo/arbeidsoeki/stjornarsamskipan/nyskipanarnevndin

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41