Langt aftaná at tey flestu londini hava strikað teirra koronaavmarkingarnar, eru tær seinastu eisini farnar í søguna í Nýsælandi.
Tá týsdagur bleiv til mikudag var tað ikki longu neyðugt at sita í sóttarhaldi í sjey dagar, um ein var positivur – og tað er heldur ikki longur eitt krav at hava munnbind, um man skal á eitt sjúkrahús. Tað skrivar CNN.
Nýsæland hevur gjøgnum alheimsfarsóttina havt ein sera strangan koronapolitikk, sum helt talið av smittaðum niðri í longri tíð.
Stranga tilgongdin møtti fleiri mótmælum við tíðini, tí nýsælendski búskapurin fór at merkja avleiðingarnar, skrivar CNN.
Sambært nýsælendska forsætisráðharranum, Chris Hipkins, eru 3.249 nýsælendarir deyðir orsakað av korona. Samlaða fólkatalið í landinum er 5,1 milliónir.