Nýggjur venjari og nýggj byrjan

Tað er ein nýggjur maður við landsliðsróðrið hjá U21-landsliðnum, sum tók út ein rímiliga nýggjan hóp, nú fleiri spælarar eru blivnir ov gamlir at spæla við U21-landsliðnum

Sigurjón Einarsson
13. mars 2023 kl. 11:19

Eyðun Klakstein, sum fyrr í ár tók við sum U21-landsliðsvenjari, kunngjørdi hópin til venjingarleguna, sum verður frá 24. til 26. mars.

Talan eru um ein rímiligan nýggjan hóp, nú fleiri av spælarunum, sum áður hava mannað U21-landsliðið, eru blivnir ov gamlir.

Í komandi U21 EM-undankapping, sum byrjar á heimavølli í juni, er føroyska liðið í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra. Umframt Moldova, er A-landsliðið í bólki saman við Kekkia, Póllandi og Albania.

Hópurin sær soleiðis út:

Ari Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Áki Johannesen, B68
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Elias Rousborg, Hvidovre IF
Børge Petersen, KÍ
Símun Kalsø, KÍ
Matin Agnarsson, Viborg FF
Signar á Brúnni, Víkingur
Poul Kallsberg, Víkingur
Emil W. Joensen, B36
Jónas Warner, B68
Jóhann Højbro, ÍF
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Beinir Nolsøe, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF
Jens Erik Bruhn, TB
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB
Silas Gaard, KÍ
Olaf Bárðarson, Víkingur