Neistakjak skrivar soleiðis í dag:
Neistin hevur gjørt avtalu við venjara úr Svøríki. Dejan Nédic
skal verða venjari hjá Neistamonnum 1. deild monnum, umframt at verða partur av venjaratoyminum hjá ungdóminum.
Dejan Nédic er 53 ár og føddur í serbiska høvuðsstaðnum Beograd. Dejan er stakur og eigur tvær vaksnar døtrar. Dejan býr í Malmø, og hann hevur búð í Svøríki í 32 ár og tosar svenskt.
Dejan flutti til Svøríkis at spæla hondbólt. Hann spældi hondbólt í Svøríki í 11 ár og hevur verið venjari í nógv ár aftaná tað. Dejan hevur m.a. verið venjari í IF Stavsten, IFK Trelleborg, HBK ELIT, Karlskrona og Lugi.
Dejan hevur EHF Swedish Handball federation level 2 og 3, og EHF Mastercoach RINCK Pro licens.
Dejan Lacok er settur sum hjálparvenjari og málmansvenjari hjá Neistamonnum, og Elsa Reinert verður liðleiðari.
Neistin gleðir seg at arbeiða saman við Dejan Nédic og ynskir honum vælkomnum í felagið og ynskir venjaratoyminum góða eydnu, skrivar Neistakjak í dag.