ÍF skrivar soleiðis í kvøld:
Avtala er gjørd millum ÍF og Jákup Martin Joensen um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum 2024.
Jákup Martin er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur áður verið høvuðvenjari í Betri deildini. Fyrst stóð Jákup Martin á odda fyri Eb/Streymi frá 2019 til 2022, við góðum úrslitnum. Síðani tók hann yvir hjá HB í 2023, sum endaði nr 3 í deilduni, og vann hann steypafinaluna við HB sama árið.
Nýggi hjálparvenjari verður Ólavur Larsen, sum er kendur í felagnum. Ólavur hevur verið venjari hjá 2 deild og U21 í ár, men nú er avtala gjørd um at hann verður hjálparvenjari hjá Jákup Martin.
ÍF ynskir Jákupi Martin og Ólavi hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ynskja teimum alt tað besta.
Næsti dystur er longu í morgin á Svangaskarði ímóti B68 í steypakappingini, og tá verður nýggja venjaratoymið at síggja á síðulinjuni.