Nýggjur Varði komin út

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í hesi vikuni...

Innsent
20. november 2017 kl. 11:42

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út.  Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í hesi vikuni, sigur útgevarin í skrivi sent miðlunum.

Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir Hanus Kamban. Tvær heiðursgreinar eru, hesaferð um rithøvundarnar Carl Jóhan Jensen og Tórodd Poulsen, sum báðir fylla 60 í ár.

“Framtíðin er kvennkyn” er heitið á myndaúrvali, sum toymið handan Damudomi hevur sett saman. Toymið er kvinnað av Sunnevu Háberg Eysturstein, Christu Reynheim, Turið Nolsoe og Solveig Hanusardóttir. Ein brellbiti er eisini úr feministiskari ritroynd eftir franska heimspekingin, Hélène Cixous. Turið Nolsoe hevur týtt, og ritroyndin kemur út sum bók á vári 2018 í samband við nýggjan leik hjá GUT/Production.

Skaldskapur er eisini í hesum Varðanum. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur tvær yrkingar, Øssur Johannesen hevur týtt fimm yrkingar eftir Gustaf Munch-Petersen, og Henný Rógvadóttir og  Beinir Bergson hava hvør sína yrking. Og so eru stuttsøgur eftir Helenu Joensen, sum vann aðru virðisløn í stuttsøgukapping hjá Glasi fyrr í ár, og Nanný Jacksdóttir Toftegaard, Sørine Stenholt og Debora Hansen Kleist.

Harumframt eru níggju ummæli. Zakarias Wang ummælir orðabók, Agnar Jógvansson ummælir stuttsøgusavn, Vár í Ólavstovu ummælir yrkingasavn, Sámal Soll ummælir film, Sólfinn Hansen ummælir skaldsøgu, Tórður Jóansson ummælir yrkisbók og Øssur Johannesen ummælir fløgur.

Permumyndin á Varðanum 84, 2 er skurðmynd úr nýggjum málningini eftir Anker Mortensen. Ritstjóri er Dorit Hansen.  Føroyaprent hevur sett upp, prentað og bundið inn. Til ber at tekna seg sum lim á www.mentanarrit.fo.