Tað gongur ikki so væl hjá tí fyrr so nógv rósta og virda sjónleikaranum Kevin Spacey eftir at hann varð ein teirra, sum í fjør varð skuldsettur fyri kynsligan yvirgang.
Fyrst misti hann høvuðsleiklutin í Netflix-sendirøðini ”House of Cards”. Síðan misti hann eina serliga heiðursløn til Emmy-útlutanina, og varð eisini skiftur út við Christopher Plummer í einum filmi, sum annars var liðugt innspældur, ”All the Money in the World”.
Fríggjadagin varð kortini ein nýggjur filmur við Spacey í einum av leiklutunum at síggja í biohøllunum í USA. Men fyrsta kvøldið seldi filmurin einans fyri 126 dollarar. Tað vil siga, at filmurin seldi 13 atgongumerki í teimum tíggju biografunum, sum vístu filmin, skrivar The Independent.
Um vikuskiftið kom atgongumerkjasølan tó upp á góðar 400 dollarar, skrivar Hollywood Reporter. Talan er um tað vánaligasta, ið nakar filmur við Kevin Spacy nakrantíð hevur klárað seg.
Ein mánað undan frumframførsluni av ”Billionaire Boys Club” var møguligt at taka filmin niður á netinum. Í slíkum førum er vanligt, at tað ikki verða so nógv atgongumerki seld, men eygleiðarar undrast kortini yvir, at sølan var so vánalig.
Eitt skifti var óvist um filmurin yvirhøvur fór at verða vístur í biohøllunum eftir at Spacey misti fleiri uppgávur orsaka av ákærunum um kynsligan ágang. Kortini varð filmurin sendur út, tí Spacey ikki hevur ein av teimum berandi leiklutunum, men ein lítlan hjáleiklut.
Útleigarin skrivar í tíðindatilfarinum frá filminum, at tey vóna, at leikluturin hjá Spacey ikki fer at ganga út yvir talið av vitjanum.
- Vit vóna at áskoðarin kann gera sínar egnu metingar, og ikki letur seg ávirka av, at ein av leikarunum í filminum hevur gjørt ræðuligar gerðir í fortíðini, verður sagt.
”Billionaire Boys Club” byggir á eina sanna søgu um fíggjarserfrøðingin, Joe Hunt, sum í áttati-árunum gjørdi ein klubba í Los Angeles, hvørs endamál var at vinna sær ríkidømi í ein fart. Kevin Spacey spælir ein pengaspælari í filminum.