Esmar Palli Fagraberg hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár, og vann í 2014 tónleikakappingina Sement saman við Lyon and the Color Storm. Hansara leiklutur hevur fyri tað mesta verið at spælt gittara, men í dag trínur hann longur fram á pallin og leggur rødd til egið tilfar sum sangari-sangskrivari.
”Brother” er eitt inniligt staklag, sum stílliga er latið í ein lættan búna. Tað ber brá av eini samanrenning av fólkatónleiki og rokki og hevur eisini eitt tvist av kórsangi, ið leiðir tankarnar til gospeltónleik. Lætti tónin hóskar seg væl til evnini, ið verða viðgjørd í sanginum: sorg, vón og longsul.
Esmar Palli Fagraberg greiðir frá, at staklagið er sprottið burturúr egnum upplivingum. Við at seta orð og lag til sínar lívsroyndir, vónar hann at kunna røkka út til onnur:
-Sangurin er persónligur fyri meg. Til ber at siga, at hann er ein partur av mínari søgu, og við at greiða frá mínari søgu vóni eg, at onnur kunnu kenna seg aftur í sanginum og leggja til merkis, at tey ikki eru einsamøll, greiðir Esmar Palli Fagraberg frá.
Drívmegina til sítt fyrsta staklag hevur Esmar Palli Fagraberg fingið í tráðanini eftir at skapa. Gjøgnum árini hevur hann skrivað fleiri tekstir og smíðað fleiri løg, enn hann hevur tal á. Ein stóran part hevur hann tó beint burtur, tí hann ikki hevur verið nøgdur. Í dag hevur hann tó fleiri sangir liggjandi, sum hann er nøgdur við, og sum hann eisini ætlar sær at framføra og geva út eina ferð í framtíðini.
Tað er Tutl, sum gevur staklagið út. Staklagið er tikið upp í IntroVers studio hjá Hans Poulsen. Esmar Palli Fagraberg syngur og spælir aukustiskan gittar, Jósvá Debes spælir trummur, Hans Poulsen spælir bass, elgittar, orgul o.a., Kirstin Terjadóttir Fagraberg, Lea Tórðardóttir Thomsen, Miriam Akselsen og Laila Fagraberg syngja kór.