Nýggjur skúli og kommunusamanlegging eru millum stóru málini, sum eru fyri framman

Kommunuval 2024: Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
31. mai 2024 kl. 21:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- At uppskotið frá borgarstjóranum, um at allir kommunustýrislimirnir ganga saman í ein og sama valbólk, varð einmælt samtykt. Og at býráðið, innan ikki ov langa tíð, kann geva P/F Varðanum Pelagic endaligt byggiloyvi til lýsi- og mjølfabrikk.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Til hvørt val verða gylt lyftir givin, ið sjáldan øll verða hildin – kann nevna nýggjan skúla.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Tey eru fleiri, millum annað nýggjur skúli og kommunusamanlegging.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Biden, Trump, Putin og Heðin Mortensen eru komnir rættiliga til aldurs, og teir bjóða seg framm – nei jeg havi onga avgerð tikið enn.