Mánadagin verður prógvhandan á Skúlatrøð í Klaksvík, og týsdagin verður síðsti skúladagur. Tað verður Vagn Foldbo, sum fer at handa teimum prógv, sum nú eru liðug. Hann hevur verið skúlastjóri á Skúlatrøð síðani í februar 2015, men tá ið tað í august verður farið undir nýtt skúlaár, verður Vagn Foldbo ikki skúlastjóri í Klaksvík.
Í dag hevur stjórin boðað starvsfólkunum frá, at hann hevur fingið nýtt starv sum deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, og tí fer tað nú at verða lýst eftir nýggjum stjóra til Skúlan á Skúlatrøð.
Áðrenn Vagn Foldbo varð settur í starvið sum skúlastjóri í Klaksvík, var hann í hálvtsætta ár skúlastjóri í Fuglafirði og áðrenn tað í seks ár fyrstilærari á Eiði.
Í leiðsluni í Skúlanum á Skúlatrøð eru umframt stjóran fýra varaskúlastjórar. Teir eru Bjørn Kalsø, sum er 1. varaskúlastjóri, Rannvá Joensen, Vivian C. Guðjonsson og Leivur Vitalis.