Stigtakararnir til nýggja sjónleikarafelagið í Suðuroy eru systrarnar Birita og Mariann Johansen, ið báðar búgva á Tvøroyri. Teimum hevur altíð dámt væl at spæla sjónleik og sum tannáringar vóru tær við í ymiskum mentanarligum tiltøkum.
Tá Birita gekk í 10. flokki var hon við í leiki, ið kallaðist Brúsajøkul. Somuleiðis hevði hon drama í miðnámsskúlanum, har hon saman við floksfeløgunum framførdi nakrar stuttar skemtileikir. Saman við Elini Mortensen framførdi Birita barnasjónleikin Karius og Baktus í 1999 og aftur í 2000. Leikurin var stjórnaður av tvørafólkunum Gitte og Ása Jacobsen, og tónleikarin Eyðun Jacobsen gjørdi pakksmíð. Fyrst var leikurin sýndur í Tvøroyrar klubba, men síðani ferðaðust leikurin kring alt Føroyar. Síðsta framførslan var í Norðurlandahúsinum, har leikurin varð tikin upp til film.
Mariann hevur ikki verið á sjónleikaferð kring landið, men hon hevur verið partur av mongum, lokalum tiltøkum og dramaskeiðum. Herfyri gjørdi hon eisini ein lítlan barnaleik, um Trøllið á Hamri, í SALT. Henni dámar væl at arbeiða við børnum, tí tað er stuttligt at síggja, hvussu hugtikin tey verða. Hon hevur leingi havt ein dreym um, at tað skuldi gerast møguligt at mennast sum sjónleikari her suðuri. Saman við øðrum suðuroyingum hevur hon eisini ætlanir um at skipa fyri drama og sjónleiki fyri børn og ung. Hon fortelur, at nógv foreldur hava sett seg í samband við hana og spurt, nær børnini sleppa at venja sjónleik.
Saman hava Johansen-systrarnar skipað fyri heksatelti tvey ár á rað, í sambandi við Mentanarnáttina á Tvøroyri. Har seldu tær gandapannukøkur, slangusaft, eiturkoppakøkur og tarvatrøllabollar. Teltið hjá teimum var prýtt við eiturkoppum og so sat ein gandakallur og sveimaði í leysari luft inni í teltinum. Teimum dámar sera væl at skapa og undirhalda.
Pápin og beiggin hjá Mariann og Biritu hava somuleiðis eitt skemtingarsamt sinnalag. Yngri beiggin, Gundur, er skemtarin handan youtubehittið, Grillbúðin hjá Símun, ið flest allir føroyingar hava flent eftir. Gundur hevur undirhildið fyri fleiri føroyskum fyritøkum, ið hava bílagt grillskemt. Hann, og pápin Jens Eli, luttaka somuleiðis í sjónleikaverkætlanini í SALT.
Tá Birita og Mariann verða spurdar um núverandi støðuna hjá sjónleikinum í Suðuroynni, verða báðar systrarnar nostalgiskar og leita aftur til teirra tannáringadagar. Tá var annað lív. Um hetta mundið, fyri eini 20 árum síðani, vórðu fleiri leikir leiktir kring oynna. Á Tvøroyri var sjónleikur sýndur fram í gamla biografinum, klubbanum og øðrum almennum støðum. Nógv var á vási.
Gitte Jacobsen, ið var ein av eldsálunum um hetta mundið, greiðir mær frá góðu, gomlu sjónleikadøgunum. Sambært henni, var sjónleikur spældur í Suðuroy longu í 1957, um sama mundið, sum útvarpið kom. Tá vóru tvørafólkini Sverri og Jonna í Hovi og spældu sjónleik. Áratíggjuni eftir hetta var somuleiðis nógv sjónleikavirksemi í Suðuroynni. Gitte minnist serliga væl 90’ini, tá hon sjálv var sera virkin á sjónleikaøkinum. Hon leikstjórnaði ymiskir leikir, millum annað Elmar hví og Mítt vár í heyst, og hon minnist hvussu stuttligt og hugaligt tað var at savnast um sjónleikin í hugnaligu, gomlu hølunum hjá klubbanum á Tvøroyri. Ferðast var eisini til Nólsoyar, har sjónleikavinirnir tóku ímóti teimum.
Tá hølini í klubbanum seinni vórðu gjørd um til biograf, vóru korini ikki tey somu fyri sjónleikin, og var hetta ein av orsøkunum til, at sjónleikaravirksemi minkaði. Sjónleikahópurin noyddist nevniliga at flyta runt frá stað til stað, og hetta gjørdist ov troyttandi í longdini. Gitte metir tað vera spell, at sjónleikahugurin dalaði í 90’unum, men hon hon frøist stórliga um, at Suðuroyar Sjónleikarafelag nú fer í gongd við kabaret. Vónandi fær sjónleikurin nú betri kor og kann gerast ein virdur partur av samleikanum og mentanini hjá suðuroyingum.
Seinastu árini, áðrenn Suðuroyar Sjónleikarafelag var stovnað, hava tað bert verið fólkaskúlarnir, sum hava hildið lív í sjónleikinum í Suðuroy. Tað er nevniliga siður, at hvørt ár, áðrenn skúlarnir fara í jólafrí, framførir ein skúlaflokkur sjónleik fyri øllum skúlanum, familju og kenningum. Seinastu árini er sjónleikurin sýndur fram í ítróttarhøllini í Tróngisvági, men í fjør vóru næmingarnir í Saltsiluni og framførdi teirra sjónleik. Áskoðarafjøldin taldi fleiri hundrað fólk og øll fegnaðust um góðini korini í nýggja mentanarhúsinum, SALT.
SALT – Sound Art and Live Theater
Fyri nøkrum mánaðum síðani deildi Mariann boð á facebook, har hon bjóðaði øllum sjónleikaáhugaðum suðuroyingum á fund í Saltsiluni. Ynskið var at kanna, hvussu nógvir suðuroyingar hava hug at spæla sjónleik og verða partur av Suðuroyar Sjónleikafelag.
Fólk úr allari Suðuroynni møttu talsterk til fundin og eingin ivi var um stóra áhugan og forvitni. Dúgliga var kjakast um ymsu sløgini av sjónleiki og hjástaddu suðuroyingarnir samdust um at fyrireika kabaretsýning. Stjórin í SALT, Ólavur Rasmussen, setti seg tí í samband við Klæmint H. Isaksen og greiddi honum frá kabarethugskotinum. Klæmint H. Isaksen hevur drúgvar royndir innan sjónleikaheimin og hann var sera áhugaður í at gerast partur av nýggju sjónleikaverkætlanini í Suðuroy. Avtalan varð, at Klæmint flutti suður at búgva í umleið tveir mánaðir, meðan hann vandi suðuroyingarnar.
Fríggjakvøldið 5. januar skipaði Suðuroyar Sjónleikarafelag fyri almennum kunningarfundi, har sjónleikaáhugaði hittust við Klæminti H. Isaksen og Nikolaj Falck, ið somuleiðis hevur áhuga at stuðla suðuroyarsjónleikinum. Hýrurin hetta kvøldið var sera góður, og Klæmint og suðuroyingarnir gjørdu av at hittast nakrir ferðir um vikuna í tveir mánaðir, har tey fara at venja kropsrørslu, skriva handrit, gera pallsmíð og velja leikbúnar. Miðið er at hava kabarettina klára tíðliga í vár.
Bæði royndir og óroyndir sjónleikarar verða við til at mynda nýggju suðuroyarkabarettina og fyriskipararnir fegnast um áhugan og treystið. Fyri at loysa eitt sindur upp og samansjóða sjónleikararnir, vóru allir luttakararnir bjóðaðir til nátturða í SALT og hetta var góð byrjan, leggja fyriskipararnir afturat. Ólavur vísir somuleiðis á, at SALT er eitt Sound Art and Live Theater, og tí er tað alneyðugt, at sjónleikurin gerst partur av samleikanum hjá mentanarhúsinum.
Mynd: Skemtingarsama Johansen-familjan
Skemtingarsamir suðuroyingar
Ein kabarett er óformellur skemtileikur, mest kendur úr Fraklandi, har leikarar undirhalda á ymiskan hátt, til dømis við dansi, sangi og sjónleiki. Tíðum verða kabarettir spældar á óhátíðarligum støðum, á barrum og matstovum, og huglagið er sera gott. Vanliga eru kabarettir ætlaðar tilkomnum fólki, tí undirhaldið kann vera rættuliga politiskt, seksuelt ella satiriskt. Í 16. øld vóru kabarettirnar týdningarmikil partur av listafólkaumhvørvinum í Fraklandi. Tær vóru til áðrenn matstovurnar, sum vit kenna tær í dag. Tú kundi keypa vín og eina máltíð, meðan tú neyt kabaretundirhaldið. Alskyns fólkabólkar vitjaðu kabarettirnar: lesandi, listarfólk, skøkjur og alskyns arbeiðsfólk. Hetta var sanniliga ein áhugaverd blanding av mentanum.
Suðuroyingar eru tiltiknir fyri teirra natúrliga, skemtingarsama sinnalag. Hetta kann upplivast bæði til lokalar veitslur og stevnur í oynni ella tá tú kemur í prát við ein suðuroying. Eyðkenda speiðsemið og orðavalið fær mong at smílkast, og tíðum royna undirhaldarar at herma eftir tónalagnum hjá suðuroyingum.
Óformella kabarettina riggar sera væl til skemtingarsomu suðuroyarmentanina og spennandi og stuttligt verður at uppliva, hvat Suðuroyar Sjónleikarafelag fer at borðreiða við í vár. Ikki ynskja sjónleikararnir at gera alment, hvat og hvønn kabarettin fer at snúgva seg um. Tey dylja tó ikki fyri, at lokala skemtið verður í miðdeplinum. Man ikki lokalu politikararnir fáa eitt prik ella tvey?