Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum
Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva
industry.fo
13. januar 2025 kl. 18:29
Mánadagin 13. januar byrjaði Áki Leitisstein Hansen sum samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum. Áki er útbúgvin kandidatur í samskifti og PR frá lærda háskúlanum í Aarhus og hevur royndir við samskifti og kunning í breiðum høpi.
Starvið sum samskiftisráðgevi fevnir millum annað um at leggja til rættis samskifti og kunning á ymiskum samskiftispallum, at skriva tekstir, gera kanningar og at menna og viðlíkahalda eina samskiftisætlan fyri Vinnuhúsið.