Nýggj næstforkvinna í Sarpugerði

Tríggir nevndarlimir vórðu afturvaldir á aðalfundinum í kvøld, og ein varð nývaldur

Jóannes Hansen
13. februar 2023 kl. 23:28

Í kvøld, mánakvøldið 13. februar, hevði fótbóltsfelagið hjá teimum í Eysturkommunu, Víkingur, ársaðalfund.

Eftir fundin skipaði nývalda nevndin seg. Brandur Jacobsen heldur fram sum formaður. Hann hevur verið formaður nógvu tey seinastu árini, og í kvøld var hann ein av trimum nevndarlimum, ið vóru afturvaldir.

Ólavur Thomsen stóð ikki fyri vali, men hann bað um at sleppa úr nevndini. Ólavur hevur verið næstformaður, og tí var neyðugt at velja nýtt fólk í hansara stað. Nýggjur nevndarlimur er Petur Asbjørn Lervig, og Hanna Erlingsdóttir Olsen er nývald næstforkvinna.

 

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Mánakvøldið 13. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.

Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.

Ólavur Thomsen, næstformaður, hevði ynski um at sleppa úr nevndini og fyri hann bleiv Petur Asbjørn Lervig valdur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

Elin Vatnhamar Olsen, skrivari

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Jákup Poulsen, nevndarlimur

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur

Vit takka Ólavi fyri hansara stóra arbeiði í nevndini seinastu mongu árini.

Nú síggja vit fram til kappingarárið 2023!