Nýggjur maður var millum stólparnar, tá ið skálamenn í dag spældu fyrsta landskappingardystin, síðani teir í heyst fluttu niður úr bestu deildini.
Skála var á útivølli ímóti B71, og gestirnir vunnu 2-0. Harvið megnaði nýggi málverjin hjá skálamonnum at halda tætt í fyrstu royndini í landskappingini. Nýggjur málverji á Skála er Ragnar Lindholm. Hann er uppvaksin í B68, har hann í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hevur verið ein av fýra málverjum.
Karstin Hansen, sum áður hevur verið á Skála, og sum í fjør var í NSÍ, hevur skrivað undir 2 ára sáttmála við Skála, men hann var ikki á listanum í dag.
Karl Martin Johansen setti hol á beinanvegin, og seinna málið skoraði Dávid Johansen, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.