26-ára gamal svii hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Konrad Gustafsson kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann hevur umboðað Örebro Syrianska IF.
Konrad hevur vant við NSÍ í eina viku, og nú eru partarnir samdir um eina avtalu, soleiðis at Konrad kemur at umboða NSÍ.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, lýsir Konrad soleiðis:
-Konrad er ein miðvallari, ið hevur sína styrki í verjuspælinum, har hann er sterkur í nærdystum. Hann hevur gott eyga fyri spælinum, og so er hann fysiskt væl fyri. Í álopsspælinum er Konrad sterkur á bóltinum, og hann er góður bæði í smáspælinum og við longum sendingum.
Jens Wedeborg sigur eisini við heimasíðuna, at Konrad er ein nærlagdur leikari, ið hevur høgt støði í hvørjari venjing. Hetta fer at styrkja um hópin, sigur Jens Wedeborg við heimasíðuna hjá NSÍ.