Nýggjur málverji á Argjum

23 ára gamli danski málverjin flytur úr svenskum fótbólti og til AB

Jóannes Hansen
17. januar 2023 kl. 22:17

AB skrivar soleiðis í kvøld:

DANSKUR MÁLVERJI TIL AB

Tað hevur stóran týdning at hava tveir kappingarførar málmenn í einum Betrideildarhópi. Upprunaliga var ætlanin hjá AB í hesum kappingarárinum, at lokali Rói Zachariasen og amerikanski Antonio Borelli skuldu kappast um plássið í 2023, men so verður ikki í fyrstu syftu.

Rói Zachariasen hevur verið nógv darvaður av skaða í bæði ryggi og knøum, og hetta gjørdi sítt til, at hann ikki spældi fleiri enn 11 dystir í Betrideildini í farna kappingarári.

Nú er greitt, at Rói verður í øllum førum ikki klárur fyribils. AB ynskir honum góðan bata við skaðanum og vónar, at hann kemur fyri seg og kann spæla fótbólt aftur.

Við hesari støðuni í huga hevur AB funnið nýggjan, danskan málverja. Hann eitur William Tønning, er 23 ára gamal og ættaður úr Slagelse, har hann eisini hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur.

Síðstu tvey árini hevur hann spælt í svenskum fótbólti, ávikavist við Ytterhogdal og IFK Luleå, ið bæði spæla í triðbestu, svensku deildini.

Fyrsta avbjóðing hjá Williami í AB-blusuni bíðar í morgin, tá ið AB spælir ímóti ÍF í VFF-Cup. Dysturin byrjar kl 19 og verður spældur á Tórsvølli.